Maradona er til reiðar

Hóast fleiri finnast at, at Diego Maradona ikki hevur neyðugu royndirnar, nú hann skal setast sum argentinskur landsliðsvenjari, er hetta ikki nakað, sum fyrrverandi stórspælarin tekur sær serliga nær. – Eg má flenna, tá eg hoyri hatta. Eg havi verið partur av argentinska landsliðnum í 20 ár, og spælið er ikki broytt, síðani tá. So eg rokni ikki við, at nakað sum helst kann taka meg á bóli, sigur Maradona, sum í dag fyllur 45 ár.