Maradona brúkar seg um Føroyar

Honum líkt brokkar argentinski landsliðsvenjarin seg nú um kappingarneytarnar í HM kappingin. Eftir at brasilski áloyparin Luis Fabiano skoraði eitt heldur kontroversielt mál, hevur Maradona meldað út, at tað er bert ein Guds Hond til, óansæð hvussu aðrir royna seg.

 

Men Maradona hevur eisini nøkur orð við til evropeisku stórliðini í kappingini, sum so at siga øll hava skuffað. Hann sigur, at hann er skuffaður við eitt nú Frakland, sum hava víst sera ringar taktir í hesari kappingini, og eisini Spania og Italia fáa nøkur orð við á vegnum fyri at halda seg longu hava vunnið HM, áðrenn kappingin varð byrjað.

 

Hann sigur, at dominansurin hjá suðuramerikonsku liðunum í HM-kappingini, sum øll vóru ósigraði gjøgnum teir fyrstu 10 dagarnar í HM, í stóran mun er takkað verið einari harðari undankapping, sum Argentina júst megnaði at koma ígjøgnum.

 

Maradona sigur, at undankappingin í Suðuramerika er sera hørð. Evropa hevur harða undankapping, men tú kanst eisini enda við at spæla móti onkrum sum Føroyum. Suðuramerika hevur lið, sum eru í venjing til eina heimsmeistarakapping, sigur Maradona.