Mao formaður vorðin retro

Nógv fólk í Kina vilja helst gloyma kaotisku og blóðugu tíðina undir Mao Zedong, sum stovnaði tað modernaða Kina.

Týsdagin hátíðarheldur Kina, at 70 ár eru síðani stovnanina, og tað merkir at andlitið hjá Mao sæst allastðni í Kina.

Í handlum, hjá gøtuhandlarunm.

Andlit hansara kenna vit aftur við tað sama, nógvar av myndunum og plakatirnar av honum hava fingið eina kerliga hond, so tað næstan er vorðið kitsch, skrivar tíðindastovan AFP.

Tær myndir, sum síggjast av Mao á koppum og aðrastaðni, eru oftast myndir av einum eldri Mao við høgari pannu, meðan hann lítir út í framtíðina í siðbundnu arbeiðsklæðum sínum.

Ferðavinnan hevur eisini tikið hátíðarhaldið til sín. Enntá hava eru matstovur í Beijig sum í hesum døgum eru kollveltingarliga prýddar, og starvsrfólkið gongur í Mao-klæðum.

 

/ritzau/