Mansunglingar: Tryggur sigur til Fleyr

Tað var ongin ivi um vinnaran í finaluni hjá Mansunglingum.

Steypafinalan hjá mansunglingum í flogbólti er júst avgreidd. Aldursbólkurin mansunglingar fevnir um dreingir, ið eru føddir í 1996 og seinni enn tað.

 

Liðini, ið hittust, vóru SÍ og Fleyr.

 

Í fyrsta setti legði Fleyr sterkt út og kom skjótt á odda 8-3. Eftir hetta varð timeout tikið, og so broyttist dystargongdin. SÍ kom væl fyri seg og og minkaði um munin til 14-12. Nærri enn hetta komu sørvingarnir tó ongantíð. Fleyr uppbygdi sær eina leiðslu áljóðandi 24-18, og sigurin tóktist at vera heima. At enda kom tó eitt sindur av spenningi í settið, tá ið støðan gjørdist 24-22. Men at enda setti Fleyr kortini trumf á og vann 25-22.

 

Um eitt sindur var av spenningi í fyrra settinum, so kann tað sama ikki sigast um seinna sett í dystinum, sum gjørdist tað síðsta. Liðini fylgdust rættiliga væl í fyrru helvt av settinum - støðan var 10-8 til Fleyr. Eftir hetta bleiv støðan 18-13 til Fleyr, og fleiri stig fekk SÍ ikki. Endaliga úrslitið í hesum settinum gjørdist heili 25-13, har serliga ein vælleikandi Jóhan Arni Wang hjá Fleyr gjørdi um seg við fleiri góðum smassjum í endanum av dystinum.

 

Bestu leikarar í dystinum blivu kosnir at vera Julian Vest Niclasen hjá SÍ og Jónfinnur Hansen hjá Fleyr.