SÍ vann finaluna hjá mansunglingum móti fuglfirðingum. Sigurin var ongantíð í vanda, hóast ÍF í løtum fylgdi væl við SÍ. Sørvingar vunnu settini 25-18 og 25-19. Hjørtur Sólstein hjá ÍF og Hjørtur Joensen hjá SÍ blivu valdir til dagsins spælarar.
Hetta var seinasta finalan, sum bleiv spæld í gjár. Í dag er aftur steypaflogbóltur frá klokkan 13 til langt út á kvøldið.
Ungdómsfinalurnar verða stroymdar her: www.youtube.com/watch
Mynd: SÍ: Aftast frá vinstru: Jón Weihe Simonsen, Teitur Anderson, Hjørtur Joensen, Ai í Haraldsstovu Petersen, Oskar í Haraldssstovu Weihe. Í miðjuni frá vinstru: Rajko Petrovic, Julian Vest Niclasen, Jógvan Kári Birgison Lauritsen, Jákup Martin
Sunnudagin 3. Mars
Gentur 14 A (13.00):
SÍ A - KÍF A
Dreingir 15 (14.15)
SÍ - Fleyr
Gentur 16 (15.30)
Fleyr - SÍ
Dreingir 17 (16.45)
SÍ - Fleyr
Gentur 19 (18.00)
SÍ - KÍF
Dreingir 19 (19.15)
SÍ - Fleyr
Kvinnuunglingar (20.30)
SÍ - Fleyr











