Mansstevnan í Zarepta

- september 2009

Fyri fáum døgum síðani var kvinnustevna í Zarepta. Har varð skjótt bíðilisti, so tað varð trongt at sleppa við. Tað eru tó ikki bara kvinnurnar, sum sleppa í Zarepta.


Aftur í ár varð bjóðað til mansstevnu í Zarepta. Menninir eru ikki so skjótir at melda seg sum kvinnurnar eru. Yvir 200 mans vóru savnaðir í Zarepta frá fríggjakvøldinum til sunnudagin seinnapartin 18-20. september. Menninir komu allastaðni frá í landinum, og eisini frá ymiskum samkomum. Í onkrum samkomum og bygdum høvdu menn tikið seg saman og komu í felag. Onkrir av hesum fingu eisini sama kamar, so teir hava eisini havt tað stuttligt.


Tá teir komu fríggjakvøldið, stóð borðreitt fyri teimum ein góður nátturðabiti, sum legði góðan botn undir tað, sum annars skuldi fara fram. Menniskjan livir ikki eina av breyði, segði Jesus, men av hvørjum orði, sum gongur út av munni Guds. Uppi í salinum varð “borðreitt” við orði Guds. Evni á stevnuni í ár var: Hvørjum heimi livi eg fyri?


Ein sannur kristin hevur ikki bert tann núverandi heimin at taka støðu til, men eisini ein andaligan, Guds ríki, sum er í okkum. Tí eigur ein sannur kristin at rannsaka seg sjálvan hesum viðvíkjandi, og tað er ein slík stevna eitt gott høvi til.


Fríggjakvøldið kl.21.00 varð stevnan sett, og tað var Páll á Lakjuni, sum setti stevnuna. Síðani talaði John í Skemmuni um evni “heilagleiki í dagliga lívi okkara.”


Leygardagin fyrrapartin, høvdu Øssur Berghamar og Bretski trúboðin, Don Hinshcliffe, bíbliutímar. Øssur talaði um Demas, sum var ein av nærmastu fylgdarmonnum Paulusar, men sum vit seinni lesa um, at hann hevði fingið kærleika til teir verðsligu lutirnar. Øssur minti menninar á at ansa eftir ikki at missa Jesus úr eygsjón, tí so varð rúm fyri heiminum í hjartanum. Øssur kom eirini nakað inn uppá hvat tað merkir at hava kærleika til heimin.


Don tosaði um evni “at taka lut í kollveltingini.” Hann hevði sum tekst 2.Sam.5,1-10v. Tosaði um Dávid, sum vann yvir Jebusitum, sum búðu í Jeraslem. Hann minti okkum á at vinna á Jebusitunum, sum búgva í hjørtum okkara. Segði, at vit hava brúk fyri eini andaligari kollvelting í okkara hjarta, og at raðfestingin er røtt í okkara lívi.


Kl.16.00 var evangeliskt møti, har Jefri Justinussen og John Færø talaðu. Svein Patersen úr Hvalba sang eina solo. Møti varð tikið upp og verður sent í Kringvarpinum seinni.


Kl.19.00 talaði Rúni Hansen. Hann tók evnið upp, sum hevði verið fyrrapartin, um ikki at elska heimin. Síðani hevði Páll á Lakjuni eina áhugaverda samrøðu við kenda vinnulivsmannin, politikara og fyrrverandi landsstýrismann, Olaf Olsen. Greiddi frá sínum barnaárum í Søldafirði, frá sínum árum sum sjómaður, og tá hansara politiska karriera byrjaði. Hann seði, at hann hevði als ikki havt ambitiónir at koma upp í politik, men varð biðin um stilla upp. Tað gjørdi hann, og tað taldi til 14 ár í politikki, har av tvær setur sum landsstýrismaður.


Sunnumorgunin talaði Símin í Túni. Talaði um at rannsaka seg sjálvan. Tað er altið neyðugt og gott við sjálvrannsakan aftaná eina stevnu kring Guds orð.


Tað varð ikki bara tala, men tað varð sanniliga sungi. Felagssangurin, við fleiri góðum spælarum og ljóðførum sum guitarar, harmonikur og klaver, ljóðaði eins og ljóð mangra vatna. Ein minniligur felagssangur, sum lyfti menninar upp ímóti teimum hægru andaligu løgunum eina løtu. Tað er gott fyri sálina at lovsyngja Gudi. Kanska felagssangurin í Zarepta hetta vikuskifti ferð at hoyrast aftur í samkomunum.


Eftir ein góðan døgurða sunnudagin fóru allir hvør til sín, og nú er at vóna og biðja um, at tað, sum varð lært á mansstevnuni kann síggjast aftur í tí dagliga lívinum – í familjuni, í samkomuni og á arbeiðsplássinum. Um so er, so er nógv nýtt land vunnið á mansstevnuni.



Komandi stevnur

Næstu stevnurnar í Zarepta eru hjúnastevnurnar, sum verða vikuskiftini 25.09 – 27.09 og 02.10 – 04.10. Leygardagin 24. oktober verður mansstevna í Klaksvík. Stevnan verður í Badmintonhøllini. Byrjað verður kl.14.00. Óli á Grømma, Sonni Poulsen og Jógvan Júst Rasmussen fara at undirvísa í viðkomandi evnum, sum maðurin í samkomuni, maðurin heima við hús og maðurin í samfelagnum. Eisini verður pallborðsfundur, sum Símun Absalonsen kemur at leiða. Manskórið, Vitin og kvartettin í Betesda koma at taka sær av sanginum. Eisini verður bjóðað til nátturða. Tað er samkoman í Betesda, sum er innbjóðari.



Poul Jóhan Djurhuus