Manson-mordari biður um náði

Lívstíðarfangin Susan Atkins, sum drap eftir boðum frá Charles Manson, er nú deyðasjúk av krabbameini í heilanum, og vónar at verða leyslatin

LÍVSTÍÐARFANGI

Leo Poulsen

leo@sosialurin.fo


Susan Atkins var ein ung kvinna, tá hon fyri smáum 40 árum síðani var við til at pína og myrða sjónleikarkvinnuna Sharon Tate, sum var við barn. Hetta hendi eftir boðum frá hippi-guruini Charles Manson.

Tá Susan Atkins, sum tá hoyrdi til harkaliðið hjá Manson, kom fyri í rættinum, ákærd fyri ræðuligu drápini, sang og fnisaði hon bara.

Hatta svínið hevði uppiborið at doy. Eg angri einki, rópti Susan Atkins í rættinum, har tað eisini kom fram, at hon drakk blóð frá Sharon Tate.

Nú hava læknar greitt 60 ára gamla lívstíðarfanganum frá, at hon hevur krabbamein í heilanum, sum ikki kiann lekjast, og at hon bert hevur hálvt ár eftir at liva í.

Susan Atkins hevur tí søkt um royndarleyslating, so hon kann doyggja sum fræls kvinna.

Tú skal meta ein persón upp á atferðina hjá viðkomandi, og mín atferð er broytt munandi seinastu 30 árini. Eg eri ikki longur sami persónur í dag, sum tá eg fyrst kom í fongsul, hevur Susan Arkins sagt við ABC-støðina.

Hon hevur áður sagt, at hon varð heilsvaskað og ávirkað av hørðum stoffum, tá hon í august 1969 tók lut í blóðbaðnum.

Hon hevur sitið í kvinnufongslinum í Corona í Kalifornia í 37 ár. Hetta er longri tíð enn nøkur onnur kvinna í statinum, og 11 ferðir er hon noktað royndarleyslating, skrivar ekstrabladet.dk



Susan Atkins var bert 18 ára gomul, tá hon fall í klórnar á Charles Manson. Nú er hon 60 og deyðasjúk av krabbameini í heilanum