Mansliðið hjá ÍF í steypafinaluni

Tað verða ÍF og SÍ, sum møtast í finaluni hjá monnum í flogbólti

Mynd: (Flogbóltssambandið)

Tað gjørdist ÍF sum vann stríðið um eysturoynna í mansflogbólti, eftir at teir í dag vunnu 3-0 í halvfinaluni í steypakappingini í flogbólti. Dysturin var í Høllini á Hálsi í Havn.

 

Les eisini:SÍ í finaluni

 

Men tað var ikki uttan stríð. Nýggja liðið í EIK-liguni stríddist sum úlvur í skóg um hvønn bólt, og javni settmunurin próvar eisini hetta. Men í seinasta enda vóru tað nógvu royndirnar hjá ÍF í slíkum dystum, sum avgjørdu settini og endaliga úrslitið.

 

Settini endaðu 25-21, 25-23 og 25-21.

Mynd: (Flogbóltssambandið)

Mynd: (Flogbóltssambandið)

Mynd: (Flogbóltssambandið)

Mynd: (Flogbóltssambandið)

Mynd: (Flogbóltssambandið)