Manslandsliðið spældi seg víðari

Flogbóltur: Manslandsliðið hevur spælt seg víðari til EM-endaspælið fyri smátjóðir.

Manslandsliðið í flogbólti hevur spælt seg víðari til EM-endaspælið fyri smátjóðir. Hetta er greitt eftir at teir endaðu á 2. plássi í EM-undankappingarbólki A, sum hevur verið spældur á Kýpros seinastu dagarnar.


Tað sá annars ikki gott út eftir at teir taptu teir báðar fyrstu dystirnar 1-3 ímóti Andorra og síðani 0-3 ímóti vertsjóðini Kýpros, men eftir 3-0-sigur ímóti Norðurírlandi birtist aftur ein vón.


Vónin var, at Andorra ikki fekk meiri enn eitt sett ímóti Kýpros, og tá ið Kýpros so vann dystin 3-0, kunnu føroysku menninir nú fyrireika seg til endaspælið, sum verður í Luksemburg næsta ár.


Úrslit:

Føroyar – Andorra 1-3 (29-27, 21-25, 23-25, 20-25)

Føroyar – Kýpros 0-3 (19-25, 10-25, 14-25)

Føroyar – Norðurírland 3-0 (25-23, 25-17, 25-23)