Vónirnar fyri einum føroyskum hondbóltssigri ímóti Armenia í Emerging Nations Championship í Kosovo vóru góðar, aftaná Armenia ígjár tapti 17-60 ímóti Kosovo, men fáur hevði ímyndað sær ein metsigur hjá føroyska manslandsliðnum í hondbólti.
Føroyar vunnu í dag heili 61-9. Støðan í steðginum var 27-4. Talan er um størsta føroyska landsliðssigurin hjá monnum.
Føroysku hondbóltskvinnurnar vunnu á sinni 81-1 á Albania í einari Challenge Trophy kapping, sum uttan iva má verða heimsmet.
Í morgin spælir føroyska liðið ímóti vertstjóðini, Kosovo, sum í dag spælir ímóti Avstralia, sum fekk javnleik 34-34 ímóti Føroyum ígjár. Venjari hjá Avstralia er Jan Ottosen.
Málskjúttar hjá Føroyum í dag vóru: Hans Eli Sigurbjørnsson 11, Andrias Eriksen 9, Bogi Davidsen 8, Áki Egilsnes 6, Rókur Akralíð 4, Tróndur Kragesteen 4, Jóannes Prestá 4, Rúni Højgaard 4, Allan Norðberg 4, Tony Weyhe 4, Rósing Rasmussen 2, Kjartan Johansen 1.