Føroyska manslandsliðið skal í dag spæla sín seinasta dyst í HM/EM kappingini, sum er í Lukemborg í hesum døgum. Dysturin í dag er ímóti vertlandinum Luksemborg, sum vann undanspælið seinast. Dysturin byrjar klokkan 16.
Fríggjadagin leikti føroyska liðið ein sera javnan og spennandi dyst ímóti Norðurírlandi, sum hevði hesar settmunir 21-25, 26-24, 27-29 og 24-26 við 3-1 sigri til Norðurírland.
Bert trý lið eru við í bólkinum, og nr. 1 og 2 koma víðari í kappingini, so treytin hjá føroyska liðnum í dag er ein sigur á Lukemborg.
Bárður B. Mikkelsen, landsliðsvenjari og Ragnar í Haraldsstovu Petersenhjálparvenjari, hava hesar spælarar til dystin í dag:
1 Rasmus Mortensen Potts, diagonalur, Fleyr
2 Steffan Rosenlund Olsen, kantur, Mjølnir
3 Rúni Weihe, libero, ÍF
5 Oskar í Haraldstovu Weihe, diagonal, SÍ
6 Thorvald Danielsen, hevari, Rander Novo
7 Niels Niclasen, hevari, Fleyr
8 Uni Jacobsen, kantur, Fleyr
9 Dávið Hentze, libero, Fleyr
10 Trygvi Hansen, kantur, Ternan
11 Suni Juul Pedersen, miðja, SÍ
12 Jóhan Arne Eliasson Wang, miðja, Fleyr
13 Kasper Lorenzen, miðja, SÍ
14 Bjarki Enni, kantur, Amager VK