Manslandsliðið er úttikið

Hondbóltur: A-landsliðið hjá monnum kappast í næstu viku í Bulgaria.

Í næstu viku, frá mánadegnum 12. juni til sunnudagin 18. juni, luttekur A-landsliðið í hondbóltskapping í Gabrova í Bulgaria. Emerging Nations Championship er kapping fyri smá og miðal tjóðir í hondbólti. 16 lond eru við í kappingini og eru Føroyar í bólki saman við Kina, Armenia og Moldova.

 

 

Kappingin er skipað á tann hátt, at 24 ára aldursloft er á spælarunum, tó kann hvørt landið hava tríggjar spælarar, ið eru eldri enn aldursloftið.

 

Venjararnir, Jeppe Borch og Halgir Dahl Olesen, hava úttikið 15 spælarar til kappingina:

 

Hans Eli Sigurbjørnson – KÍF
Peter Krogh – H71
Tróndur Arge – H71
Hanus Christophersen – VÍF
Allan Norðberg – STÍF
Torstein Balle – Neistin
Frank Askildsen – Neistin
Eliesar Rubeksen – Neistin
Jan  Pauli Toft Johannesen – Kyndil
Høgni Klein Olsen – Kyndil
Rógvi Dal Christiansen – Kyndil
Tróndur Kragesteen – ÍF Føroyar
Rókur Akralíð – ÍF Føroyar
Eirikur Simonsen – ÍF Føroyar
Lars Larsen Black – ÍF Føroyar

 

Dystarskráin hjá Føroyum:
12. juni, klokkan 14:00, Kina-Føroyar
13. juni, klokkan 14:00, Føroyar-Moldova
14. juni, klokkan 14:00, Føroyar-Armenia

 

Um Føroyar spæla seg víðari úr bólkaspælinum, skulu Føroyar spæla fjórðingsfinalu fríggjadagin 16. juni. Hálvfinalurnar eru leygardagin og finalan er sunnudagin.