Sunnudagin klokkan 15.30 verður sangmøti í Nólsoy við Manskórinum í Ebenezer. Á møtinum, sum verður hildið í Royndarhúsinum, fer ein eldri nólsoyingur at tala.
Tað er ikki á hvørjum degi, at Manskórið í Ebenezer er í Nólsoy. Nólsoyingar eru óførir at møta til tiltøk, og tí er væntandi, at nógv fólk verða við til hesa løtu.
- Øll eru hjartaliga vælkomin í Royndarhúsið sunnudagin klokkan 15.30, siga fyrireikararnir av sangmøtinum í Nólsoy.










