Kórið er eitt kristiligt manskór, sum varð stovnað fyri 7 árum síðani, og leiðarar eru Eli Smith og Jens Chr. Guttesen. Kórið hevur ferðast nakað í Føroyum hesi sjey árini, har teir hava borið fram andaliga boðskapin bæði í vitnisburði og vøkrum mansrøddum.
Nú gongur leiðin til Íslands á fyrsta sinni. Hetta er eisini fyrsta ferðin manskórið ger uttanlandsferð. Ferðin er skipað sum eitt alment ferðalag, har øll eru vælkomin at melda seg til – hetta merkir tó ikki, at ein skal syngja við í kórinum. Á ferðini yvir og á ferðini heim kemur kórið at hava sangløtur umborð. Eisini verða bíbliutímar umborð, sum Páll á Lakjuni og Poul Jóhan Djurhuus koma at hava.
Farið verður av Havnini mánadagin 10. septembur kl.14.00. Komið verður á Seyðisfjørðin kl.09.00 týsmorgunin, og tá verður farið beinanvegin til Akureyrar við føroyskum bussi ella bussum, alt eftir hvussu nógvir luttatakarar eru. Steðgað verður á Egilstøðum.
Mikumorgunin verður vitjað í samkomusalinum Sjónarhæð, har vit fara at syngja saman við manskórinum. Síðan verður leiðin sett móti Seyðisfirði, har steðgur verður gjørdur við Mývatn, og tað verður møguleiki at svimja í heitu keldunum. Áðrenn farið verður til Seyðisfjarðar, har Norrøna liggur og bíðar, verður vitjað á Eyskifirði. Har bjóðar presturin manskórinum og ferðalagnum vælkomnum inn í kirkjuna, har kórið fer at framføra.
Poul Jóhan Djurhuus
gjaranes@olivant.fo










