Manskórið og Tarira syngja saman

Í annaðkvøld klokkan 19.30 hevur Tórshavnar Manskór sína árligu jólakonsert í Vesturkirkjuni

Tórshavnar Manskór, sum í ár hevur 30 ár á baki, hevur fast skipað fyri eini jólakonsert, sum hevur verið saman við einum øðrum kóri. Í ár er talan um kamarkórið Tarira.

Kórleiðarar hjá Tórshavnar Manskóri á konsertini verða Bjarni Restorff og Kári Bæk, ið eisini tóku stig til at seta kórið á stovn, og Johannes Andreasen fer at stjórna Tarira.

Tórshavnar er nógv umbiðið og hevur fleiri framførslur um árið, har ein árlig várkonsert og árliga jólakonsertin eru fastir tættir. Men harumframt syngur kórið til nógv bæði størri og smærri tiltøk, umframt at kórið javnan ger uttanlandsferðir.

Tarira, sum eisini er við á jólakonsertini í Vesturkirkjuni í annaðkvøld klokkan 19.30, er nýggjari kór, frá 2002, sum hevur eitt fjølbroytt sangúval og hevur bílagt verk frá bæði føroyskum og norðurlendskum tónaskøldum.