Manskórið á Matiné í Havnar Kirkju

MATINÉ

Í dag, leygardagin kl 11:30 fer Tórshavnar Kamarkór at hava fjølbroytta konsert í Havnar kirkju.
Kórið hevur fleiri ferðir verið við til gudstænastur og hátíðarhald  seinast var á ólavsøku í ár.
Tað er Kári Bæk, sum stjórnar kórinum, og á skránni eru verk eftir Grieg, Rachmanninov, Stenhammar, Leif Hansen, Kára Bæk og øðrum.