Hondbóltur
Seinnu hálvfinalurnar í CocaCola-kappingini hjá monnum verða spældar í kvøld. Men spenningurin undan hesum er tó ikki so stórur, sum hann onkra tíð áður hevur verið.
Størst sannlíki fyri einum spennandi dysti finna vit helst í Havn, har Kyndil tekur móti StÍF. Hjá Kyndli hevur ikki gingið eftir vild seinastu tíðina, og eitt nú var tað dyggur smeitur, tá teir í fyrru hálvfinaluni fingu bank á Skála. Til tann dystin mátti StÍF enntá vera fleiri lyklaspælarar fyriuttan, men kortini vunnu teir við fimm málum. Hesin munurin, saman við teirri sannroynd, at eitt fullmannað StÍF sunnudagin vann trygt á Kyndli í landskappingini. Saman við teimum fimm málunum, burdi hetta givið strandingum ein sálarligan fyrimun.
Hinvegin er tað eisini ein sannroynd, at trýstið á Kyndil er ógvusligt í løtuni. Tí vita spælararnir, at hetta er kanska seinasta útkall at reisa seg, og tí kann væl hugsast, at Kyndil megnar at vinda seg upp í kvøld. Gera teir tað - og fáa teir eina góða byrjan - so er ikki óhugsandi, at talan verður um ein dyst av teimum heilt spennandi. Ein dyst, har strandingarnir við rygginum móti múrinum fara at berjast av øllum alvi at halda fast um leiðsluna, sum teir hava vunnið sær.
Hin hálvfinalan tykist ás ongan hátt eins spennandi. VÍF vann á útivølli uttan stórvegis trupulleikar móti teimum næstbestu hjá Kyndli. Og hóast vestmenningar neyvan rulla seg heilt út í kvøld, so er ikki væntandi, at teir skulu hava nakrar trupulleikar yvirhøvur, nú leiðslan skal verjast.
Seinnu hálvfinalurnar:
Kyndil I-StÍF (20-25)
VÍF-Kyndil II (22-16)










