Mansfinalan: Neistin er steypavinnari

Tað var sannur dramatikkur móti endanum av dystinum. Tað var javnleikur 20-20 og 21-21. Í síðstu sekundunum setti Rasmus Søby bóltin í netið til endaligu støðu 22-21.

---

Í løtuni spæla havnarfeløgini Neistin og Kyndil steypafinalu í hondbólti í stórhøllini á Hálsi í Havn.

 

Neistin hevði munin í byrjanini av seinna hálvleiki, men nú sær tú til at Kyndil hevur fingið yvirtakið. Kyndin kom fram um við fimm málum, men nú hevur Neistin aftur minkað um munin.

 

Álopið hjá Neistanum hevur virkað betur seinastu minuttirnar, meðan stígur er komin í álopið hjá Kyndli

 

Nú fimm minuttir vóru eftir fekk Neistin brotskast, sum Rasmus Søby setti í netið.

 

Og nú tríggir minuttir eru eftir var Tróndur Kragesteen hjá Neistanum útvístur í 2 minuttir.

 

Støðan nú er 21-21 til kyndil.

 

Kringvarpið sendir finaluna í sjónvarpinum, og hon kann eisini hoyrast á FM VIÐ AT TRÝSTA HER