Mansfinala við megi

Steypafinalan hjá monnum livdi í flest allar mátar upp til, hvat roknast kann við av einari tílíkari finalu. ÍF var væl betra liðið, men SÌ tann takka sær sjálvum fyri, at teir ikki tóku møguleikan og vunnu steypið

FLOGBÒLTSFINALA

Var stuðulin nógvur og gangurin harður til kvinnufinaluni, so var stemningurin um nakað uppaftur betri til mansfinaluna. Hvørt liðið sær hevði ein ótrúliga trúgvan skara av áskoðarum við sær í høllina á Hálsi. Fyri dystin og fyri upplivingin var tað ein fragd, hvussu dysturin gjørdist ein kampur eisini uttanfyri vøllin.
Líka mikið hvussu illa stóð til, so fornoktaði stuðulin seg ikki.
Leikliga gjørdist finalan ein væl men heldur einstáttað spæld finala. Ein meira spennandi finalu skal ein leita leingi eftir.

ÍF á odda
Bæði liðini høvdu kendar manningar frá byrjan. ÍF stillaði upp við helst teirra sterkastu manning: Rúni Weihe og Boban Ilic á kantinum, Jan Áki Olsen og Bartal Eliasen á miðjuni, Odd Eliasen var sum vant hevari og Kenneth Neshamar spældi á Diagnolina.
ÍF skifti ikki nógv gjøgnum dystin. Jan Áki varð skiftur við Hans Toftegaard einar tvær ferðir, men annars vóru ikki stórvegis av broytingum.
SÍ spældi sum vant við helst besta diagonal leikarunum í føroysku kappingini, Rajko Petrovic. Kaj á Stongum var hevari, kantleikarar vóru Jóhan Petur á Stongum og Borko Ilic. À miðjuni skifti SÍ eitt sindur út. At byrja við vóru Kell Jensen og Suni Hansen á miðjuni.
Frá byrjan av vísti Sí óvæntaði nógva styrki á miðjuni. Dysturin skuldi sum heild vísa seg at gerast merktur av hevingum út á kantarnar. Liðini stóðu rættiliga líka á miðjuni. Á kantinum hevði ÍF munin, men Rajko Ilic kláraði seg væl betri í dystinum enn Kenneth Neshamar, uttan tó at hesin kláraði seg stórvegis illa.
ÍF hevði rættiliga gott tak á fyrsta settinum. Tá støðan nærkaðist seinna sifrið í tíggjararaðnum, fór ÌF spakuliga frá SÍ og vann settið 25-21.
Sum heild virkaði styrkin í álopinum hjá ÍF ikki vera til at fáa greiðu á hjá SÍ

Sí kemur aftur
í næsta settið var SÍ betri við. Sørvingar fingu nógv betri glið á álopsspælið. Hetta næsta settið var rættiliga undirhaldandi, og álopsspælið hjá báðum pørtum var frálíkt, og avgerðirnar fullu hart og kontant.
Flogbóltur kann vera løgin at hyggja at, tá bóltarnir vera avgreiddir so skjótt og so kontant sum í stórum pørtum av mansfinaluni. Hinvegin er tað spennandi, tá so stórt megi er í spælinum. Bæði liðini spældu væl, og tær bóltarnir, ið vórðu kastaðir burtur, kostaðu stig, sum tað eisini skal vera.
Flest øll høvdu kanska roknað við, at SÌ fór at hanga við ein part av settinum, men ÌF fór síðani at hála frá. Soleiðis var tað eisini líkt til, at tað fór at ganga, men SÍ vildi tað øðrvísi.
Júst sum ÍF var líkt til at fara frá sørvingunum, tá traðkaðu teir í hvítum til.
Sí legði seg á odda 24-21, og teir vunnu í síðsta enda 25-23.

Klassamunur
Av einari ella aðrari mystiskari orsøk valdi SÍ venjarin at skifta út á liðnum. Veteranurin Annfinn Joensen kom inn á liðið fyri Kell Jensen. Hetta fekk tó kortini ikki nakra jaliga ávirkan á spælið hjá SÌ.
ÍF helt spælið á sama høga støðið, men tað fall heilt niður hjá sørvingum. 25-16 gjørdist úrslitið, og tað var væl og virðiliga uppiborið.
SÍ leikararnir gjørdu alt ov nógvar feilir, og teir prísaðu seg mest sannlíkt lukkuligar fyri, at teir høvdu ein marginal at hanga seg á við einum setti í skjáttuni.

Glapp av hondum
Við kvinnufinaluni í huganum, so var tað skjótt at gita seg til, at SÍ eftir lúsingin frá ÍF í triðja setti ikki fór at reisa aftur.
Men soleiðis skuldi ikki vera.
SÍ gjørdi nakrar broytingar á liðnum. Millum annað kom ungi Hans Fróði Hansen inn á liðið.
Aftur hetta settið gjørdist eitt væl spælt sett. Nógvu hevingarnar út á kantarnar góvu leikarum sum Rúna Weihe og Boban Ilic hjá ÍF at vísa, hvør dugur er í teimum. Tað er ikki nógv at taka seg aftur í, at hetta má vera ein hin besta manningin á kantinum í føroyskum flogbólti í longri tíð.
Báðir hevararnir dugdu væl at leggja upp til megina frá kantunum. Somuleiðis vísti Rajko Petrovic framúrskararndi gott spæl ein stóran part av dystinum.
Í fjórða setti fylgdust liðini rættiliga væl, men eins og við fleiri undanfarnu, gjørdi eitt lið eitt lop, tá settið fór at halla.
ÍF tóktist fullkomiliga at missa konsentratiónina í endaspurtinum, og SÍ kundi sostatt tvingað ein avgerandi javnbrótatar í fimmta setti.

Ótrúliga spennandi
Sjálvt ikki teir stinnastu rithøvundarnir kundu havt skrivað ein betri enda á flogbóltsupplivingini á Hálsi leygardagin. Komið var út í eitt fimmta sett, og høllin kókaði. Og eingin skuldi fara heim uttan at hava upplivað ein klimax, sum setir spor í sinni.
Til 6-6 lá ÍF á odda. Men eftir hetta tók Sí leiðsluna. Liðini fylgdust væl, men SÍ helt seg frammanfyri at kalla allanvegin til støðuna 12-12. Sørvingar fóru so aftur framum. Við støðuna 12-11 til SÍ verður Kenneth Neshamar illa skaddur og noyðist av vøllinum. Í hansara stað kemur Hanus Eliasen, sum sostatt sleppur beina leið av bonkinum í heita eldin.
Við støðuna 13-13 skal dysturin avgerast. ÌF vinnur báðar bóltarnir við tveimum sløgum hjá Boban Ilic, leikandi venjara.
SÍ var eina løtu á odda 12-9, og teir høvdu møguleikan at vinna dystin, men sørvingar megnaðu ikki at savna kreftirnar avgerandi løtuna.
Tær løtur í dystinum, tá ÍF var betri, so vóru teir eisini nakað væl betri. Kortini SÍ kundi tað saman havt vunnið, og dysturin gjørdist ein frálíkur flogbóltsdystur. Júst tað, vit kunnu vænta av einari steypafinalu.