Mans- og kvinnulandslið somu løn í Íslandi

Íslendska fótbóltssambandið fylgir nú við nýggjari lógarbroyting.

Í juni 2017, á íslendska kvinnudegnum, varð samtykt í Íslandi, at sambært lógini, so er ikki longur at gera mun á kynunum, og gjalda monnum hægri løn enn kvinnum. Lógin kom í gildi um ársskiftið.

 

http://www.in.fo/news-detail/island-fyrsta-land-vid-likaloen-til-menn-og-kvinnur/ 

 

Nú ger íslendska fótbóltssambandið greitt, at frameftir verðir ikki gjørdur munur á landsliðsleikarum, hvørt talan er um mann ella kvinnu. Sama verður goldið í løn og dagpengum. Kynini eru javnsett.

 

Hetta sigur Guðni Bergsson, formaður í íslendska fótbóltssambandinum, við Morgunblaðið. Hann sigur m.a., at hetta er eitt stig tey taka, tí tað ræður um at fylgja tíðini og ætlnum hjá stjórnini, og at hetta er umrøtt í øðrum Norðurlondum eisini.