Uppskotið um at skriva føroyingar í manntal í heyst er ov víðgongt, heldur minnilutin í fíggjarnevndin, sum mælir frá at samtykkja uppskotið Í uppskotinum verður lagt upp til, at hvørt húski og einstaklingur í Føroyum fær eitt spurnarblað at svara.
Umframt vanligu upplýsingarnar ? navn, kyn, aldur, p-tal, starv, útbúgving og arbeiði ? verður eisini spurt um persónlig viðurskifti, so sum trúgv og heilsustøðuna hjá tí einstaka.
- Tú fert alt ov nær at persónligum upplýsingum, sigur Jørgen Niclasen, sum saman við Bill Justinussen er ímóti uppskotinum.
Formaðurin í Fòlkaflokkin vísir á, at fólkini, sum savna inn upplýsingarnar ? sonevndu góðkendu teljararnir ? kunnu koma á gátt hjá fólki.
Tað er í stríð við grundlógina, sum skal tryggja friðin í privatlívinum.
- Tey fáa rætt at trampa inn á gólvið hjá fólki, Ikki eingongd løgreglan hevur ta heimildina, sigur Jørgen Niclasen við Rás 2.
Hann hevur einki ímóti ætlanini sum so.
Men tað átti at vera sjálvboðið at svara og ikki ein skylda, sum í ringasta føri kann enda við eini bót hjá teimum, sum nokta at svara.
Jørgen Niclasen setir harumframt spurningin, hvørt uppskotið er í stríð við art. 8 í evropeiska mannarættindasáttálanum, sum skal tryggja privatlívið.
Har stendur kortini, at almenni myndugleikin gera inntriv í privatlívið, um tað verður mett at vera týdningarmikið í demokratiskum samanhangi.
- Við hesum vilt tú fara inn á persónligu viðurskiftini hjá fólki, og har gongur markið, sigur Jørgen Niclasen, sum eisini átalar, at upplýsingarnir sambært uppskotinum skulu vera almennir, tá 80 ár eru liðin.
Uppskotið hevur aðru viðgerð í morgi