Manntal í upploysn

Manntal
Stóra fólkateljingin í 2011 er við at fara fyri bakka. Ein royndar fólkateljing skal gerast í heyst, fyri at tryggja góðskuna á fólkateljingini, men ein millión restar í. Fíggjarnevndin vildi ikki játta eitt oyra

Rógvi Nybo


Ein millión krónur er í løtuni munurin millum succés og fiasko við stóru verkætlanini Manntal, sum í 2007 varð sjósett til tess at skráseta allar upplýsingar um føroyingar.

Í øllum framkomnum londum í Vesturheiminum finnast hagtøl yvir øll ting, tú hugsandi kann hava brúk fyri at vita um íbúgvar í ymsu londunum, økjunum, bygdunum ella býlingunum.

Men eingin slík skráseting er í Føroyum. Í roynd og veru vita vit bert, at her búgva um 48.000 fólk, og at bróðurparturin av teimum eru mannfólk, hin konufólk, og at tey eru so og so nógv í teimum ymsu aldursbólkunum. Og tað er, groft sagt, tað. Seinasta fólkateljingin, sum skrásetir hagtøl útyvir tað vanliga, var í 1977, fyri 33 árum síðani.

Tí varð í 2007 ein stór verkætlan stáplað upp á beinini, sum skuldi syrgja fyri, at land, kommunur, virki og fólk aftur fingu nøktandi hagtøl at brúka, tá avgerðir um eitt og annað skulu takast.

Eitt manntal skuldi haldast tann 1. november 2011, har hesir upplýsingar skuldu fáast til vega.

Men nú stendur henda verkætlanin til at fella í stríðnum um eina millión krónur, sum fíggjarnevndin hjá Løgtinginum ikki vildi játta í eykajáttanarlógini.


Steðgar upp

Arbeiðið at fyrireika Fólkateljingina í 2011 hevur koyrt við fullari ferð, síðani Manntal varð sett á stovn.

Serliga verður arbeitt við at framleiða tey spurnarbløð, sum skulu sendast út til fólk, og at menna eina logistikkskipan, sum skal kunna skráseta og halda skil á øllum upplýsingunum, sum koma úr teimum ymsu økjunum, soleiðis at alt ikki blandast saman.

Hetta eru eisini nøkur av tingunum, sum skulu royndarkoyrast í heyst, fyri at finna møguligar feilir áðrenn sjálva fólkateljingina.

- Hetta var sum at fáa eina ordans spann av køldum sjógvi omanyvir seg. Vit hava nakrar avgerandi deadlines og eina stramma tíðarætlan at halda okkum til, tí Manntalið skal vera í 2011. Og royndarteljingin er avgerandi fyri at uppdaga feilir, áðrenn sjálva fólkateljingina. Tað er ein fadesa, um tað er okkurt sum gongur galið við fólkateljingini, staðfestir Heini Hátún, sum er leiðari og samskipari av Manntali.

Men nú er vandi fyri at hetta arbeiðið steðgar fullkomiliga upp, sigur Heini Hátún.

- Alt arbeiðið at fyrireika royndarteljingina steðgar upp, fáa vit ikki hesa eykajáttanina upp á eina millión, sum vit millum annað skulu brúka til at fáa logistikksystemið liðugt, og til øll tey fólkini, sum vit skulu brúka til at fara út við spurnarbløðunum og so framvegis, vísir Heini Hátún á.

- Verður eingin royndarteljing í ár, so verður eisini trupult at kunna gjøgnumføra fólkateljingina í 2011, sigur Heini Hátún.


Einki politiskt kommitment

Ein stórur trupulleiki er, sambært Heina Hátún, at tað er nærum ógjørligt at vita, hvar mann flýtur í tí óendaliga politiska leikinum um pengar og játtan og politiskan vilja.

- Herfyri høvdu vit eitt aðarlorðaskifti á Løgtingi, har mann viðgjørdi øll tey tingini, sum eru tengd at Manntal, eitt nú at mann eigur at gera virkisskráðir, dagføra landsfólkayvirlitið, bústaðaskráðir og so framvegis. Har var givið eitt ávíst politiskt kommitment til, at hetta var tað, sum man vildi gera. Men har er einki hent. Eingir pengar eru settir av til at gera eina virkisskrá, bústaðasskrá og so framvegis. Trupulleikin við játtanarskipanini er, at hon er ikki projekt orienterað. Tað eru bara framskrivingar av einari játtan í so og so nógv ár, og so tá hon skal væntast at verða liðug, so endar játtanin bara, sigur Heini Hátún.

Í morgin verður fundur í stýrinum, og tá fara tey at viðgera allar framtíðar møguleikar hjá Manntali av nýggjum.

- Ja eitt nú, um mann yvirhøvur vil hava eitt manntal. Tað er ótrúliga ringt at vita, hvar mann flýtur, og mann veit ikki, um tað yvirhøvur verður nøkur játtan komandi ár. Og vit fara eisini at viðgera, hvat vit skulu gera, um vit eitt nú mugu útseta fólkateljingina og bara leggja øll projektini á ís, tá játtanin í ár ikki røkkur longur, sigur Heini Hátún.