Tað ljóðar heilt bíbilskt, at Føroyar skulu teljast í manntal.
Men mánadagin ella týsdagin fara 155 teljarar hús úr húsi kring alt landið sið spurnarbløðunum, sum allir føroyingar skulu svara.
Yvirorðnaða endamálið við Manntal er, at fáa størri vitan um føroysku húskini og harvið føroyska samfelagið.
- Endamálið er ógvuliga breitt. Tað er at fáa vita um føroyingar til føroyingar, at styrkja føroyska fólkaræðið. Vitan um føroyska húskið kann brúkast í nógvum samanhangum, sigur Heini Hátún, samskipari í Manntal.
Tað ger stóran mun hjá teimum, sum leggja til rættis í Føroyum at kenna støðuna hjá føroysku húskjunum.
- Tað veri seg landsstýri og løgting, landsstovnar og kommunur, instansir, ið taka avgerðir. Men tað eru fleiri onnur ting í hesum, sum til dømis fólkaræði. Skal føroyingurin finnast at myndugleikunum, má hann kenna til egin viðurskifti, sigur Heini Hátún.
Vit kenna til nógv viðurskifti so sum búskapartøl og útflutning, men einki til ta føroysku familjuna.
- Og tað er ógvuliga tydningarmikil vitan fyri, at vit kunnu leggja til rættis sum frægast. Granskingin í Føroyum, til dømis, hevur eitt manglandi ráevni, og uttan hesa vitan ber illa til at granska føroyska demokratiið, sigur Heini Hátún.
Hetta sama ger seg galdandi innan skúlaverkið har tað hevur týdning, at tilfarið er føroyskt.
Byrja mánadagin
Manntal sigur, at dagurin 11. November 2011 er teljingardagurin, og tað merkir, at spurningarnir í spurnarblaðnum snúgva seg um, hvussu støðan var júst 11.11.11.
- Vit savna spurnarbløð inn í umleiði tríggjar vikur, men spurningarnir taka støði í, hvussu støðan var tann 11, sigur Heini Hátún.
Allar Føroyar skulu spyrjast, og Manntal hevur eina ætlan um, hvussu hetta skal gerast.
- Tað fer eitt spurnarblað út, sum kemur inn aftur. Síðani verða upplýsingarnir lagdir inn á teldu og kunnu viðgerðast har. Tað er í stuttum tað, ið tað snýr seg um. Í praksis hava vit 155 teljarar, sum hava áleið 130 húskir at taka sær av, sigur Heini Hátún.
Byrjað verður at bera spurnarbløðini út mánadagin, og longu fríggjadagin verður so smátt byrjað at savna inn aftur.
- Teljararnir hava so ábyrd fyri sínum húski, og er tørvur á hjálp at fylla spurnarbløðini út, so gera teljararnir tað. Tað kann jú til dømis vera, at fólk eru deyv, so boðar teljarin dømisleiðaranum frá, sum so útvegar deyvatulk, sigur Heini Hátún.
Tá teljarin hevur savnað spurnarbløðini inn aftur, verða tey latin dømisleiðaranum, sum síðani sendir tey til Havnar á Hagstovuna.