Russiska talskvinnan, Maria Zakharova, sigur, at Russland hevur samband við eigaran av skipinum, men at ábyrgdin at forða fyri dálking liggur hjá londunum í økinum, har skipið rekur

Mannleyst skip kann gerast ein umhvørvisvanlukka

Reuters veit at siga, at skipið er lastað við 900 tonsum av diesel og heili 60.000 tonsum av natúrgassi

Russiska talskvinnan, Maria Zakharova, sigur, at Russland hevur samband við eigaran av skipinum, men at ábyrgdin at forða fyri dálking liggur hjá londunum í økinum, har skipið rekur

Eitt russiskt gasstangaskip, sum er lastað við stórum nøgdum av nátúrgassi og olju liggur og rekur mannleyst millum Malta og Italia, og nú stúra fleiri ES-lond fyri einari náttúruvanlukku.

 

Talan er um russiska skipið, Arctic Metagaz, sum eldur kom í hin 3. mars í ár. Russar halda uppá, at eldur kom í skipið í altjóða sjógvi sunnanfyri Malta í einum ukrainskum álopi við sjódronu.

 

Sagt verður, at russiska manningin, sum taldi 30, varð noydd at fara at skipinum, fleiri við brandskaðum.

 

Útlendskir miðlar vita at siga, at skipið er lastað við 900 tonsum av diesel og heili 60.000 tonsum av natúrgassi.

Reuters veit at siga, at Italia, Frakland og fleiri onnur ES-lond hava sent skriv til ES-nevndina, har tey lýsa standin á skipinum, ið tey meta sum eina hóttan móti umhvørvinum.

 

Italska sjóverjan heldur, at tangarnir í skipinum, sum hava diesen og gass higartil eru heilir, men nú verður stúrt fyri, at veðrið á leiðini kann føra mannleysa skipið nærindis italsku oyggjunum, Linosa og Lampedusa, sum liggja í ein útsynning úr Sisilia.

 

Sambært CNN hava myndugleikarnir í Italia kallað inn bæði sjóverju, marinu, orkumálaráð og verju til fundar, og eitt umboð fyri italska uttanríkisráðið heldur, at skipið er ein "tikkandi bumba".

 

Í russiska uttanríkisráðnum vátta tey, at skipið rekur mannleyst í altjóða sjógvi. 

 

##med2##

 

Sagt verður um Arctic Metagaz, at skipið er partur av sonevnda russiska skuggaflotanum, ið eru gomul skip, sum sigla við olju og gassi í royndini at sleppa uttanum revsitiltøkini móti Russlandi.

 

Talskvinnan hjá russiska uttanríkisráðnum, Maria Zakharova, sigur, at Russland hevur samband við eigaran av skipinum, men at ábyrgdin at forða fyri dálking liggur hjá londunum í økinum, har skipið rekur.

 

 

 

Russiska talskvinnan, Maria Zakharova, sigur, at Russland hevur samband við eigaran av skipinum, men at ábyrgdin at forða fyri dálking liggur hjá londunum í økinum, har skipið rekur

Eldur kom í russiska tangaskipið í altjóða sjógvi sunnanfyri Malta