Ein sleipibátur sleipaði skipið til Danmarkar, men í ringa veðrinum, sum hevur verið, slitnaði ketan millum sleipibátin og Val.
Sleipaður inn á Skála
Sleipibáturin helt tó leiðina fram til Danmarkar, og tí lá Valur og rak mannleysur vestan fyri Føroyar. Skipið var komið inn í føroyskt øki, og leygarmorgunin, tá Sjóbjargingarstøðin boðaði frá um mannleysa skipið, lá Valur á positiónini 62 gradir og 48 minuttir norður, og 9 gradir og 56 minuttir vestur.
Brimil setti leygardagin kós móti mannleysa skipinum, og sunnunáttina kom hann til Val. Um hálvgum fimmtíðina sunnumorgunin var fast millum Val og Brimil, og so varð aftur farið undir at sleipa íslendska skipið. Leiðin gekk síðani inn á Skála, har skipini bæði komu seinnapartin sunnudagin.
Valur verður fyribils liggjandi á Skála, inntil greitt verður, hvat nú skal henda við skipinum.
Valur er er bygdur í Svøríki í 1963, og hann er 33 metrar langur og knappar sjey metrar breiður. Íslendski línubáturin er 169 bruttoregistartons til støddar, og hann er heimahoyrandi í Reykjavík.