Fiskivinna
Línuskipið, Pison í Klaksvík, hevur gjørt fýra roktúrar á Føroya Banka síðan eftir ólavsøku. Samlaða veiðinøgdin hesar túrarnar er 647.000 pund, sum eru seld fyri umleið 5,6 milj. krónur. Miðalprísurin hevur ligið millum 18 og 19 kr. fyri kilo. Hetta gevur ein manningarpart, sum liggur um 170.000 krónur.
Torleif Sigurðsson, reiðari, sigur, at fiskiskapurin hevur verið óvanliga góður.
- Hesar fýra túrarnar hevur skipið fiskað í tilsamans 32 dagar. Tað merkir, at miðalveiðan hevur ligið omanfyri 20.000 pund um dagin ? og tað man næstan vera óhoyrt.
Pison fer útaftur á Føroya Banka at royna, har skipið eigur stívliga 20 fiskidagar eftir.
Ætlandi loystu teir aftur í gjár.
Nógvur toskur
Torleif Sigurðsson sigur, at eini 80% av veiðini hjá Pison hevur verið toskur, og av hesum 80% hava eini 95% verið toskur 1 og toskur 2.
Av øðrum fiskasløgum hava teir fingið nakað av hýsu og havtasku, umframt brosmu og longu.
Tann fyrsta túrin hevði Pison 136.000 pund, tann næsta 192.000, triðja 193.000 og tann fjórða 126.000 pund.
- Tann næsti túrurin var hin besti; tá fiskaðu teir bara í sjey dagar og høvdu eina miðalveiði, sum var 27.000 pund um dagin. Á triðja túrinum, sum var eitt sindur størri í nøgd, fiskaðu teir ein dag meira.
Torleif sigur, at hetta eru alt óvanliga góðir túrar, og tað eru nógv ár síðan, at nakað skip hevur havt so góðan fiskiskap á Føroya Banka.
- Ein stórur partur av veiðini hjá Pison í heyst er løgd upp á Kósini, og reiðarin er væl nøgdur við prísin, teir hava fingið.
Ein partur av veiðini er tó seld á Fiskamarknaðinum.
Egna við sild
Torleif ivast ikki í, at ein orsøkin til góða fiskiskapin á Bankanum er agnið.
- Størri helmingurin av agninum hevur verið sild, sum Norðborg hevur fiskað og fryst. Hetta hevur víst seg at roynst ógvuliga væl. Hin helmingurin er høgguslokkur.
Reiðarin sigur, at tey skip, sum ikki hava egnt sild, hava ikki havt so góðan fiskiskap á Bankanum sum Pison.
- Sildin er ódrúgvari, men hon er eisini bíligari. Vit keypa høgguslokk fyri 11 kr. fyri kilo og sildina fyri 6 kr. fyri kilo, sigur Torleif Sigurðsson at enda.
Fyri góðum ári síðan kom Pison aftur úr Hirtshals, har skipið hevði verið til umbyggingar fyri 9 milj. krónur.
Alt afturskipið er gjørt av nýggjum, og øll manningin húsast nú har afturi.