Føroysk skip mugu sleppa at avreiða uttanlands. Tað siga formaðurin í Skipara- og Navigatørfelagnum, Annfinnur Garðalíð og Tórhallur Jacobsen, fyrrverandi skipari á Vágasteini, í eini fráboðan í dag.
Teir siga, at tað kostaði manningini á Vágasteini tveir triðingar av hýruni at teir ikki sluppu at selja veiðina undir Eysturgrønlandi uttanlands, men vórðu tvingaðir at avreiða í Føroyum. Teir siga, at sostatt fingu teir bara minstuløn og tað er átaluvert, leggur hann afturat.
Vágasteinur kom undan Eysturgrønlandi eftir ein góðan túr, har teir høvdu 81 tons av toski og hýsu. Tað lá í kortunum at teir fóru at fáa upp ímóti 30 krónum fyri kilo av toski og hýsu. Dagin eftir var prísurin tó fallin meiri enn helvtina, ella niður í umleið 14 krónur kilo.
– Skiparin á túrinum, Tórhallur Jacobsen, stendur spyrjandi, hvussu slíkt kann bera til. Hann heldur, at tað næstan bara vera tí, at tey, sum eiga virkini á landi, eiga eisini skipini í stóran mun, annars hevði prísurin ikki kunna fallið so nógv upp á ein dag.
Úrslitið av túrinum gjørdist, at frá at fáa ein manningapart upp á einar 70.000 krónur, datt manningaparturin niður á 25.000 krónur og tað svarar til minstuløn teir 20 dagarnar, skipið var burtur.
– Loysnin kann bara vera, at skipini sleppa at landa uttanlands. Um so var, hevði prísurin verið umleið 30 krónur fyri hýsuna, og umleið 25 krónur fyri toskin, sum var prísurin í Íslandi, Noregi, Skottlandi ella í Danmark.
– Vágasteinur liggur í løtuni, tí manning fæst ikki umborð aftur, og hetta skilir skiparin væl. Tað er ikki løgið, at tað er ringt at fáa manning, tá viðurskiftini eru so vánalig. Eingin tímir slíkt, sigur skiparin, ið annars sjálvur hevur fingið kjans við einum grønlendskum nótaskipi sum stýrimaður.
Annfinnur Garðalíð, formaður í Føroya Skipara- og Navigatørfelag, er samdur við fyrrverandi skiparanum á Vágasteini, at okkurt má gerast við hesi viðurskiftini.
– Øll vita tað, at línuflotin hevur tað ivaleysa ringt frammanundan. Vit kunnu tí ikki halda fram at tvinga føroysku skipini at avreiða í Føroyum, tá prísurin er so óstøðugur og lágur, sum hann vísir seg at vera. Tey mugu sjálvandi fáa loyvi at avreiða aðrastaðni, so bæði manning og skip fáa tann prísin, sum ein fríur marknaður vil rinda teimum fyri rávøruna.
– Hetta monopolið við tvangs-avreiðingum í Føroyum hoyrir ongastaðni heima, sigur formaðurin hjá skiparum og navigatørum.