Líka síðani "Kursk" sakk í Barentshavinum fyri hálvum øðrum ári síðani, og til vrakið varð tikið uppaftur í heyst, hevur verið tosað um vandan fyri geiðslavirknum leka úr kavbátinum. Serliga norðmenn og russar hava verið óttafullir, til dálking av hesum slagnum kundi fingið sera álvarssamar avleiðingar fyri umhvørvið í og við Barentshavið.
Men sambært teimum russisku serfrøðingunum, sum hava kannað vrakið, nýtist ongum at stúra. Í frágreiðingini skriva teir, at hitin í kavbátinum vaks sera nógv eftir ta hørðu spreingingina har frammi í bátinum. Hetta kundi havt við sær, at rivur kundu komið í bjálvingina , sum var uttan um kjarnorkureaktorin, men at tað eydnaðist manningini at forða hesum við at sleppa hátrýstgassi út í rúmið kring reaktorin.
Russisku bjargingarliðini hava higartil funnið líkini av 94 av teimum 118 monnunum, sum vóru við "Kursk".