Morgindagurin verður tann fyrsti arbeiðsdagurin hjá Helle Thorning-Schmidt og 20 øðrum á einari ráðharrastovu, tí 21 av teimum 23 ráðharrunum hava ikkið havt tílikt arbeiði fyrr. Bara Margrethe Vestager og Henrik Dam Kristensen hava verið ráðharrar fyrr. Bæði vóru ráðharrar í Nyrup-stjórnini. Hon í skúlamálum, hann seinast í matvørumálum.
Tann nýggja stjórnin kemur í søgubøkurnar, tí hon er tann fyrsta við einari kvinnu sum stjórnarleiðara. Men hetta er eisini tann stjórnin, sum hevur tann yngsta ráðharran nakrantíð. Tað er tann 26 ára gamli SF-arin Thor Möger Pedersen, sum skal umsita skattamál.
Ráðharralistin sær annars soleiðis út:
Sosialdemokratarnir:
Forsætisráðharri: Helle Thorning-Schmidt
Fígjarmálaráðharri: Bjarne Corydon
Løgmálaráðharri: Morten Bødskov
Sosialmálaráðharri: Karen Hækkerup
Evroparáðharri: Nicolai Wammen
Býar- og bygdaráðharri: Carsten Hansen
Barna- og ungdómsráðharri: Christine Antorini
Verjumálaráðharri: Nick Hækkerup
Arbeiðsmarknaðarráðharri: Mette Frederiksen
Flutningsmálaráðharri: Henrik Dam Kristensen
Matvørumálaráðharri: Mette Gjerskov
SF:
Uttanríkisráðharri: Villy Søvndal
Vinnu- og vakstrarmálaráðharri: Ole Sohn
Heilsumálaráðharri: Astrid Krag
Umhvørvismálaráðharri: Ida Auken
Útflutningsmálaráðharri: Pia Olsen Dyhr
Skattamálaráðharri: Thor Möger Pedersen
Tey Radikalu:
Búskapar- og innanríkismálaráðharri: Margrethe Vestager
Mennningarmálaráðharri: Christian Friis Bach
Vísindamálaráðharri: Morten Østergaard
Mentamálaráðharri: Uffe Elbæk
Kirkju- og javnstøðumálaráðharri: Manu Sareen
Veðurlagsráðharri: Martin Lidegaard