Í gjár mistu tey sambandið við ein indonesiskan kavbát við 53 fólkum umborð, og eingin hevur hoyrt nakað frá manningini síðan. Stúrt verður fyri, at kavbáturin kann vera sokkin á einum dýpi, sum er einar 600 metrar, tó at kavbáturin er bygdur til bara at kunna fara niður á eina stívliga helvt av hesum dýpi - og í mesta lagi niður á 500 metrar.
Men, í dag siga indonesisku myndugleikarnir, at kavbáturin eigur at hava ilt til manningina í tvey samdøgur. Dúgliga verður leitað, og fleiri lond kring um í økinum hjálpa eisini til við leitingini, sum nú er vorðin ein kapprenning við tíðina.
Ein av leiðarunum í indonesisku marinuni, Yudo Margono, segði í morgun sambært Reuters, at vónir eru enn um at finna tey 53 umborð á kavbátinum á lívi. Kavbáturin luttók í einari hernaðarvenjing norðan fyri oynna Bali, tá tey mistu sambandið við manningina.
Á tíðindafundi í dag upplýsti Yudo Margono, at hóast kavbáturin, sum er bygdur í Týsklandi, er 44 ára gamal, var hann í góðum standi. - Kavbáturin var klárur til kríggj, um so hevði verið, segði hann.
Sambært útlendskum miðlum siga seinastu tíðindini, at leititól hava staðfest eitt "objekt" við stórari magnetiskari megi, flótandi á einum dýpi millum 50 og 100 metrar, men sambært tíðindunum er enn ógreitt, hvat talan kann vera um.
Eingin veit, hvat er hent kavbátinum og tess manning. Indonesisku myndugleikarnir hava sagt seg stúra fyri, at kavbáturin kann vera sokkin á einum dýpi, sum er millum 600 og 700 metrar.
Olja er nevniliga funnin oman á vatnskorpuni á einum øki, sum hevur hesa dýpd, men enn veit eingin, hvat tað merkir, og um oljan yvirhøvur hevur nakað við kavbátin at gera. Tað er tó serliga um hesar leiðir, at leitað hevur verið eftir kavbátinum.
Serkøn innan kavbátaheimin siga, at flestu bjargingarskipanir, sum er gjørdar til at bjarga neyðstøddum fólki í kavbátum, eru gjørdar til eitt dýpi, sum í mesta lagi er 600 metrar. Sum skilst, hevur saknaði kavbáturin ikki útgerð, ið merkir, at fólk kunnu bjargast úr bátinum undir vatni.
##med2##
Tískil er neyðugt, um fólk skulu bjargast úr kavbátinum við navninum KRI Naggala 402, at eitt vatnrætt samband kann gerast millum ein bjargingarkavbát og neyðlúkuna á kavbátinum, sum nú verður leitað eftir.
Útlendskir miðlar skriva, at ein røð av skipum og tyrlum, bæði úr Indonesia og grannalondum, luttaka í leitingini eftir KRI Naggala 402 - við 53 fólkum umborð.