Manningin fekk einki gjørt fyri at forða fyri óhappinum

Nú er staðfest, hví Sjóborg bar við ein oljupall í Norðsjónum so yvir 200 fólk mátti flytast av honum

Tað er nú staðfest, hví føroyska veitingarskipið, Sjóborg, bar við oljupallin, Statford, í Norðsjónum mitt í summar.

Tað var fríggjanáttina 7. juni, at veitingaskipið Sjoborg misti knøttstøðuna í samband við lasting og lossing við Statfjord A oljupallin, og bar við tað eina beinið, og lívbátastøðina á pallinum.

Statfjord A var ikki í framleiðslu, tá ið óhappið hendi, tí arbeitt var við ymsum viðlíkahaldi.

Á pallinum vóru 276 fólk og av tí at skipið bar við lívbátastøðina á pallinum, var neyðugt at flyta 218 fólk av pallinum.

Eingin fekk skaða av hendingini, men ein dekkari umboð á Sjoborg bleiv raktur av eini lastaslangu tá reipið, ið slangan var fest í, slitnaði.

Felagið, sum eigur Sjóborg, sigur, at síðani er hendingin kannað og úrslitið av henni er, at manningin fekk einki gjørt fyri at forða fyri óhappinum.

Tvørtur ímóti var talan um mistøk, sum vórðu gjørt, tá ið Sjóborg varð smíðað.

– Ein elektriskur feilur og í teknisku skipanini um borð, elvdi til, at  síðuskrúvurnar framman og høvuðsskrúvurnar aftan, mistu kraftina og ikki kláraðu at veita meiri enn 0 -15 prosent av orkuni. Og tað var tí at skipið ikki fekk hildið knøttstøðuna.

Samstundis var skipanin við alarmum ikki nóg greið til, at røtt avgerð kundi takast á brúnni og maskinrúminum.

– Ein serligur »hættisligur alarmur« frá stýrisskipanini í høvuðstalvuni, var ikki settur til alarmskipanina, og harvið fingu hvørki brúgv ella maskinrúm fráboðan um alarmin, sigur felagið, sum eigur Sjóborg.

Tey siga, at hesi arbeiði vóru ikki nøktandi gjørd, tá ið skipið varð smíðað og hetta eru fjaldir feilir, sum hava verið alla tíðina, og sum eingin hevur varnast - heldur ikki í sambandi við vanliga eftirlitið.

Skansi OffShore, sum eigur Sjóborg, sigur, at tiltøk eru sett í verk at forða fyri, at hesir feilir endurtaka seg og 2. juli var Sjóborg aftur í vinnu.