Eftir at hava verið gíslar í 83 samdøgur komu menninir av farmaskipinum Danica White aftur til Danmarkar í gjárkvøldið Teir fimm menninir komu við einum týskum flogfari, sum uttanríkisráðið í Keypmannahavn hevði leigað.
Nakað eftir klokkan tíggju í gjárkvøldið setti flogfarið seg á flogvøllin í Odense, har avvarðandi, umboð fyri uttanríkisráðið og løgreglan tóku ímóti teimum. Nakrir sálarfrøðingar, sum høvdu verið í Djibouti og tikið ímóti monnunum, vóru eisini í flogfarinum.
Fjølmiðlarnir sluppu ikki út á flogvøllin, tí teir fimm menninir høvdu sagt, at teir eru ikki hugaðir at tosa við fjølmiðlarnar enn.