Brimil hevur fingið bjargað øllum 10 fólkunum umborð á pólska seglbátinum.
Vaktar- og bjargingarskipið kom til seglbátin um 18-tíðina, og tá tyrlan hjá donsku sjóverjuni kom á staðið um 190-tíðina, var farið undir at evakuera tey átta mannfólkini og tvey konufólkini yvir á Brimil.
Pólski seglbáturin kom illa fyri í ódnarveðrinum í morgun, tá onnur masturin brotnaði. Báturin sendi út neyðarkall, og tyrlan hjá Alantsflog fann rímiliga skjótt bátin.
Um 18-tíðina kom eisini Brimil fram, og hann tók tey 10 fólkini umborð. Brimil er nú á veg á Havnina aftur við bjargaðu póllendingunum.