Manningin á Royndini fríðu í 1808

Tað eydnaðist Óla Olsen at finna fram til manningina hjá Nólsoyar Páll, sum var við hon feigdarferðina til Føroya í 1808

Tað eydnaðist Óla Olsen at finna fram til manningina hjá Nólsoyar Páll, sum var við hon feigdarferðina til Føroya í 1808

 

Tað var í Sosialin um næstseinasta mikuda, og á in.fo um vikuskiftið, at Óli Olsen á Argjum sóknaðist eftir, hvørjir menninir vóru, sum R. G. Keats, admirálur, nevnir í brævi til bretska herflotaráðið:

 

Les eisini: Skrivar bók um Nólsoyar Páll

www.in.fo/news-detail/news/skrivar-bok-um-nolsoyar-pall/

 

Óli Olsen, sum er í ferð við at skriva bók um Nólsoyar Páll sigur, at Nólsoyar Páll hevur framvegis stóran áhuga millum føroyingar, og tað hevur ikki staðið á at fáa upplýsingar um manningina, ið var við honum feigdarferðina.

 

– Stóra takk øll somul fyri góða og nærlagda hjálp.

 

Manningin hjá Nólsoyar Páll var hendan:

 

Tummas Joensen, stýrimaður Páls við Royndini fríðu, var úr Nólsoy, føddur 02.11.1783 og giftur 25.11.1806.

 

Magnus Zachariasen var ættaður úr Fuglafirði. Í fólkateljingini í 1801 er hann 15 ára gamal. Mamma hansara, Elsebeth Joensdatter 1758-1788) var úr húsunum úti í Beiti í Fuglafirði. Faðirin, Zacharias Hansen, doyði 08.08.1805 – 59 ára gamal.

 

Dánjal Olsen var úr Heimistovu á Uppsølum (Klaksvík). J. Símun Hansen sigur í Tey byggja land, 7. bindi: “Danial Olesen f. 10/9 -1788; tað sigst, at hann var við Nólsoyar-Páll, tá teir gingu burtur fyrst í 1809. Hann er konfirmeraður í 1801 og finst so ikki aftur her.”

 

Jógvan (Joen) Joensen endaði, sum skilst, í Vermont í USA. Vit hava fingið sera forkunnugar frágreiðingar um føroyingin, sum varð upphav til kenda prestaætt í Amerika – ein abbasonur hansara, J. P. Johnson, varð í 1917 tilnevndur biskuppur í Denver fyri Colorado.

 

Keats nevnir mannin John Johnson í brævinum, vit høvdu í Sosialinum næstseinasta mikudag, og á minnisplátu í Vermont í USA stendur eitt nú: “John Johnson a native of Suderoe, Faroe Islands, departed this life ..... 80 years.” Hann doyði í 1867 og liggur grivin saman við konu síni Elizabeth Everett.

 

Heimildarmaður úr Porkeri sigur eitt nú soleiðis:

 

“Joen Joensen, f. umleið 1785 (Jógvan á Gaddi) var húskallur í Gjørðum um tað mundið tá Nólsoyar Páll saman við Per í Gjørðum og øðrum bygdi Royndina Fríðu í Vági. Onkran veturin var hann á Norðoyri hjá Nólsoyar Pálli, og í juni 1808 var hann stýrimaður? við Royndini á ferð til Danmarkar. Tað var vandaferð, Danmark var í kríggj móti bretum, bretsku herskipini reikaðu havið runt og tóku øll skip, sum vóru á veg til og frá Danmark.

 

Komnir eystur um Skagen bleiv Royndin Fríða tikin av enska kaparaskipinum Fury og skuldi førast inn til Gøteborg, men í svenska skergarðinum fór hon á land og bleiv vrak. Manningin á Royndini varð tikin til fanga og seinni førd til London. Har fekk Nólsoyar Páll nýtt skip við farmi at flyta til Føroya, teir komu ongantíð vegin fram.

 

Men so er spurningurin, hvussu gekst Jógvan á Gaddi í London. Kanska var hann bara tikin av bretum og limaður i herflotan, neyvan hevur hann á enskum dugað at greiða frá, hvør hann var, ella hvar hann kom frá, ella vildi hann ikki aftur til armóðina, ið tá var í Føroyum.”

 

Heimildarmaður okkara í Porkeri endar frásøgnina við hesum orðum:

 

“Vit vita, at í 1808 var Jógvan á Gaddi við Royndini á Danmarkarferðini og var saman við hinum førdur við fangaskipi til Bretlands. Men annars so týðir nógv upp á, at Jógvan á Gaddi var maðurin, sum endaði í Amerika.”