Manningarparturin við Pison er 630.000 krónur

- Hetta hevur verið eitt óvanliga gott ár hjá okkum og línuflotanum sum heild sigur reiðarin, Torleif Sigurðsson

Fiskivinna

Tað er stuttligt at vera fiskimaður, tá ið tað gongur so væl, sum tað hevur gjørt hjá teimum, ið sigla við línuskipinum, Pison úr Klaksvík.
Torleif Sigurðsson, reiðari, sigur, at nú árið er at enda komið, hevur skipið fiskað 1588 tons, sum eru seld fyri stívliga 22,2 milj. krónur.
- Skipið fór fyrsta túrin í árinum, 9. januar og avreiddi seinastu ferð, 14. desember.
Reiðarin sigur, at skipið hevur verið til fiskiskap 240 dagar í 2003, og manningarparturin er 630.000 krónur.
- Men her mugu vit at hava í huganum, at manningarparturin verður roknaður fyri allar túrarnar, skipið hevur gjørt, og tí er hetta ikki tað, sum manningin hevur tjent.
Hann sigur, at sjálvandi hava menn havt frítúrar, men inntøkan hjá teimum, sum hava verið flestu túrarnar við Pison, liggur omanfyri 500.000 krónur, og tað má sigast at vera rættiliga óført.
Sambært hagtølunum, liggur miðalprísurin hjá Pison fyri alt árið á sløkum 14 krónum fyri kilo.
- Jú, hetta hevur verið eitt óvanliga gott ár. Eg veit ikki um, at nakar annar línubátur nakrantíð hevur fiskað fyri eitt so stórt krónutal í eitt ár, sigur reiðarin.
Sum skilst, er Morgunstjørnan næst besti línubáturin í ár, og á triðja plássinum kemur West Freeser.
Morgunstjørnan hevur tó fiskað fyri 3,2 milj. krónur minni enn Pison.
Tað hevur annars gingið væl hjá teimum flestu línubátunum, sum hava verið í vinnu meginpartin av árinum.
- Eg haldi, at flestu skipini hava fiskað millum stívliga 1000 og uppí eini 1300 tons, og tað má sigast at vera ógvuliga gott. Veiðivirðið hjá hesum skipum liggur í miðal um einar 15-16 milj. krónur. Hetta hevur tískil verið eitt heilt óvanliga gott ár hjá línubátunum, sigur Torleif Sigurðsson.
Skipari á Pison er Petur Eliasen, sonur Vinnu og Kristian í Vági. Bæði foreldrini eru úr Klaksvík. Kristian er farin, men Vinna er á lívi.