Manni Waag Høgnesen 60 ár í dag

Í dag 26. mars fyllir Manni Waag Høgnesen, koyrilærari, 60 ár. Manni er sonur Linu og símun Waag Høgnesen í Klaksvík. Hann er barnvaksin á Lítlu­brekku og uppvaksin, meðan kalda kríggið var uppá tað óunniligasta og russarar ótu børn, um tey ikki komu inn í hampiligari tíð um kvøldarnar. Umframt alt vanligt barnaspæl í grannalagnum, so høvdu bilarnir hjá Hjørleifi, farbróðrinum á Vágsheygnum, hansara stóra áhuga.

Manni fór í læru á skrivstovuni hjá Føroya Bjór, men hugurin stóð ikki til skrivstovuyrkið. Bilurin hevði alla tíðina eina dragandi megi, og Manni fór at koyra hýruvogn og gjørdi tað í nøkur ár. Tá tók hann avgerð um at stíga í fóta­sporini hjá pápanum og lærdi til koyrilærara, fyrst til persónbil og síðani til stóran bil. Manni dugir væl at fara við ungdómi, so hann hevur verið ein væl umtóktur koyrilærari í fleiri ár. Manni hevur eisini verið brandmaður í Klaksvík eitt drúgvt tíðarskeið.

Bilasøgan hevur hansara stóra áhuga, og javnan hevur hann leskað Norðlýsið og aðrar miðlar við brotum úr bilasøguni, eins og fleiri ringja til hansara um evnið, tá ið á stendur.


Manni hevur verið virkin innan KÍ í nógv ár. Hann var á tí tiltikna unglingaliðnum, ið vann the double í 1968, og sum lat einans eitt mál fara inn hettar árið. Tað var eitt brotsspark, sum varð skotið í tómt mál. KÍ-leikararnir hildu tað vera dømt av órøttum og mótmæltu við at taka málmannin úr málinum ...! Eisini spældi hann á besta liðnum í fleiri umførum. Hann hevur verið venjari í fleiri ár, og hann man vera millum drúgvastu ungdómsvenjar hjá KÍ; eyðkennið er ein áhugi fyri leikarunum, við einari javnvág millum tað sosiala og stremban eftir úrslitum, og hettar hevur havt við sær fleiri heiðursmerki, og eisini eru fleiri leikarar, ið hava verið undir hansara hond, komnir á besta liðið hjá KÍ. Eisini hevur hann havt fleiri onnur álitisstørv í felagnum millum ár og dag. Á fótbóltsøkinum man tað í dag vera Viðareiðis-liðið hjá KÍ, sum hann tók stig til, og ikki minst sonurin Jóhan, ið hava hansara áhuga, og ikki at gloyma hitt liðið, sum feðgarnir hava í felag, Man U.

Manni eigur børnini Eliesar, Símun, Juliannu, Mai-Britt, Linu og Jóhan. Í dag býr Manni á Viðareiði saman við unnustu sínari Guri. Dagurin verður hildin saman við innbodnum.
-red