Mannfólkarenning fyri mannfólk

Í morgin skipar Hvirlan fyri manfrólkarenning fyri menn, sum veruliga ynskja avbjóðingar

 

Ítróttafelagið Hvirlan í Havn skipar aftur í ár fyri mannfólkarenning. Hetta er rennikapping, har talan er um hampuliga harðar avbjóðingar á vegnum. Startur og mál er á økinum hjá P/F Wenzel, og haðani verður runnið oman í Sandágerð og niðan aftur.

 

Kappast verður í trimum bólkum, sum er fyri ávíkavist ungar, vaksnar og royndar menn, umframt at talan eisini er um liðkapping.