Hjá ÍF snýr tað seg um at skava stig saman fyri at sleppa undan at flyta niður. Hjá HB snýr tað seg um at kappast við grannarnar í Gundadali um næstfremsta plássið og liva í vónini um, at tað við sannførandi avrikum og fullari úrtøku kanska ber til at vinna seg so mikið nær toppliðnum, at tað í heyst verður spenningur um FM heitið.
Felags fyri bæði ÍF og HB er, at saknur er í fleiri spælarum, sum hava verið sjálvskrivaðir millum teir fyrstu ellivu.
Hjá HB er landsliðsmálverjin Teitur Matras Gestsson framvegis darvaður av vøddaskaða, og eisini Samuel Johansen Chukwudi, Ejvind R. Mouritsen og Heðin Hansen eru skaddir. Heri Hjalt Mohr hevur í vikuni verið so mikið skaðadarvaður, at hann hevur ikki vant við fullari ferð.
Hjá ÍF eru Elvio Gelmini og Tóri Nolsøe Olsen leikbannaðir. Dánjal á Lakjuni er burturstaddur, og Pól Jákup Ludsbjerg er skaddur.
Tá ið ÍF í 5. umfari, sum var 16. apríl, var í Gundadali, endaði tað við 4-1 heimasigri.