AB á heimavølli, 07 Vestur á útivølli og Suðringar á heimavølli. Hetta er skráin næstu vikurnar hjá KÍ, sum ikki hevur vunnið fulla úrtøku fýra tær seinastu ferðirnar, og sum nú skal vinna nóg mikið av stigum at kvalifisera seg aftur næsta summar at spæla í Europa.
Við støðutalvuni í huga kundi sæð út til, at KÍ er stórfavorittur seinnapartin. Soleiðis síggja teir ikki upp á tað í Klaksvík. Teir rokna avbjóðingarnar at vera heilt stórar, nú liðini bíða, sum berjast fyri lívinum í bestu deildini.
Manningarligu fyritreytirnar eru ikki av teimum bestu hjá KÍ. Tríggir av lyklaspælarunum eru leikbannaðir ídag. Talan er um sentralu miðvallararnar Jákup B. Andreasen og Semir Hadzibulic og vongverjan í vinstru Ísak Simonsen.
Tað er ivasamt, um Deni Pavlovic er førur fyri at spæla. Hjalgrím Elttør hevur leingi verið burturfrá, tí hann er skaðadarvaður.
Tveir av útlendsku spælarunum – Ronni Møller-Iversen og Predrag Pocuca – eru fyri stuttum farnir til hús. Tí fara Kristoffur Jakobsen, Steinbjørn Olsen, Ólavur Niclasen og Óli Eyðsteinsson Poulsen, sum ofta hava verið innskiftarar, at eiga stóran lut í dag.
Tórður Justesen, sum higartil í ár ikki hevur vant við besta liðnum, hevur vant við teimum í vikuni. Hann var ikki á næstbesta liðnum í gjár, ivaleyst tí hann skal spæla ídag.
Hóast 2-1 heimatapið ímóti 07 Vestur síðsta sunnudag hava teir á Argjum ikki givið skarvin yvir.
Teir eru á veg til Klaksvíkar við góðum treysti. Einasta ivamálið er Bjarki C. Nielsen, sum hevur verið darvaður av skaða í fótinum. Árni G. Olsen og Bjarni Skála eru tøkir aftur, eftir at teir síðsta sunnudag vóru leikbannaðir.
-Sjálvandi vita vit, at møguleiki er fyri, at tað bara verður eitt lið, sum fer at flyta niður, men tað kunnu vit ikki brúka til so nógv. Hjá okkum snýr tað seg um at stríðast fyri at skava stig saman, og vit fara at arbeiða fyri ikki at fara tómhentir úr Klaksvík, sigur veteranurin á miðvøllinum Bárður Olsen.
Tá ið AB var í Klaksvík 8. apríl vann heimaliðið 3-1. Jóannes Bjartalíð skoraði øll KÍ málini. Rasmus Dan Sørensen, sum er farin av landinum í lestrarørindum, skoraði AB málið. Tá ið KÍ 21. mai var á Argjum, vunnu gestirnir 2-0. Steinbjørn Olsen og Aksel B. Danielsen, sum síðani summarsteðgin hevur verið útleigaður til EB/Streym, skoraðu málini.










