Mannfallið er stórt í Hólmanum

B36 hevur ikki tapt í næstan eitt hálvt ár, og EB/Streymur hevur seinastu ferðirnar staðið seg væl

Tað verður skipað fyri bussferð úr Gundadali og norður í Hólman á Eiði seinnapartin. B36 fyrireikar seg til seinnapartin at spæla á útivølli ímóti EB/Streymi.

B36 spælir fyri at vinna FM, og hóast EB/Streymur næstsíðsta mikukvøld vann 1-0 á heimavølli ímóti HB, so verður B36 roknað at vera stórfavorittur ídag. Fyri knappliga sjey mánaðum síðani – í 2. umfari – endaði tað við 2-1 sigri til gestirnar, tá ið EB/Streymur hevði vitjan av B36.

30. apríl tapti B36 2-1 í Runavík. Síðani tá er árstalsfelagið ongantíð farið av vøllinum uttan at hava vunnið úrtøku. Í 17 dystum hevur úrtøkan verið 14 sigrar og tríggir javnleikir (tveir ímóti HB og ein ímóti NSÍ).

Í apríl vann EB/Streymur tvær ferðir – ímóti AB og Skála. Hesin seinni sigurin varð vunnin 18. apríl. Síðani vann EB/Streymur ikki aftur í fimm mánaðir. 15. september vann EB/Streymur 3-2 í Fuglafirði, og síðani hevur EB/Streymur vunnið bæði ímóti HB og TB.

Í Sundalagnum er tað verri enn so so nógv at taka av, sum tað er í B36. Tí rakar tað rættiliga meint, tá ið tað eru so nógvir á skaðalistanum, sum tað eru ídag. Petur Zachariassen er ikki tøkur, tí hann er raktur av heilaskjálvta, Magnus Jarnskor hevur brotið hondina, Arnbjørn Hansen hevur brotið kjálkabeinið og so eru Árni G. Olsen (leikbannaður) og Tóki H. Johannesen og Ragnar Samuelsen heldur ikki tøkir. Tað er ivasamt, um Arnar Dam verður førur fyri at spæla ídag. Hann er darvaður av knæskaða.

At so nógvir ikki eru tøkir ber við sær, at tað verður neyðugt hjá Jákupi Martin Joensen at seta fleiri óroyndar og ungar spælarar millum teir fyrstu ellivu.

Hjá B36 eru heilt nógvir um boðið, hóast tað kann fara at vísa seg, at Alex Mellemgaard og Stefan Radosavljevic eru so mikið skaðadarvaðir, at teir kanska ikki vera førir fyri at spæla ídag.