Í morgin verða fyrru hálvfinalurnar í kappingini um Løgmanssteypið. Víkingur tekur móti B36 í Sarpugerði, men fleiri av lyklaspælarunum eru ikki við.
Gert Hansen, Súni Olsen og Sølvi Vatnhamar hava allir knæskaðar, Geza Turi hevur leikbann, Heðin Hansen er burturstaddur, meðan Andreas Lava Olsen er ivasamur. Tað eru boðini úr Víkingi undan fyrruhálvfinaluni, sum verður beinleiðis á Rás2 og Livescore her á in.fo.
- Maður kemur í mans stað, og soleiðis verður tað eisini hjá okkum. Hetta er ein kapping, har vit hava klárað okkum væl í í fleiri ár. Tað ætla vit okkum eisini í ár og vit gleða okkum til dystin, sigur Sigfríður Clementsen, ið heldur at B36 hevur verið besta liðið í hesum kappingarárinum.
Hóast talan er um fyrru hálvfinaluna og útivallarmál telja meiri, so ætlar Sigfríður Clementsen ikki at binda liðið fast í verjustøðu.
- Vit spæla fyri at vinna dystin og við tí risiko, sum tað inniber. Vit ætla okkum at vinna. Í ringasta føri, so er týdningarmikið, at halda lív í samlaðu uppgerðini til seinna dystin, sigur Sigfríður Clementsen, venjari hjá Víkingi.
Fyrra hálvfinalan millum Víking og B36 verður í Gøtu í morgin klokkan 19.00. Í hinari hálvfinaluni hittast NSÍ og HB. Tann dysturin byrjar klokkan 18.30. Rás2 og Livescore hava beinleiðis frásøgn frá báðum hálvfinalunum.