Tað byrjar at tynnast á aftasta rað hjá Liverpool í løtuni.
Fleiri avgerandi dystir eru á skránni, nú stríðið um eitt av Champions League plássunum av álvara harðnar, og fyrstur í røðini er toppdysturin móti Arsenal, síðani kvartfinala í FA cup móti Blackburn.
Dejan Lovren hevur meldað avboð til landsdystirnar hjá Kroatia vegna skaða, og óvist er, um hann verður klárur til dystin móti Arsenal og í dag váttaði enska fótbóltssambandið, at Martin Skrtel fær leikbann í tríggjar dystir fyri taklingina móti David de Gea í seinastu sekundunum í dystinum millum Liverpool og Manchester United sunnudagin.
Dómarin sá ikki hendingina, og tí hevur enska FA nýtt videoprógv í viðgerðini av málinum. Ein samd óheft dómsnevnd kom til ta niðurstøðu, at Martin Skrtel traðkaði á skinnabeinið á de Gea við vilja, og tí fær hann nú leikbann í tríggjar dystir.
Martin Skrtel hevur verið fastur maður í verjuni hjá Liverpool í mong ár og hevur spælt flestu dystirnar hetta kappingarárið. Dejan Lovren varð keyptur í summar og væntað varð, at hann skuldi spæla undir liðini á Skrtel. Seinastu tíðina hevur hann tó í stóran mun sitið á beinkinum, meðan Mamadou Sakho og Emre Can hava spælt saman við Skrtel.
Allarhelst verður tað Kolo Touré, sum fær tóma plássið, ella kanska Glen Johnson, ið eisini hevur spælt onkran dystin í miðverjuni hjá Liverpool í ár.