Í gjárkvøldið tapti KÍF greitt 30-38 ímóti grannunum úr VÍF, og máttu teir tá lata oddasessin frá sær, sum teir annars hava átt trygt bróðurpartin av árinum. Ein av berandi kreftunum hevur enn sum áður verið Nicklas Selvig, og vit hava nú fingið eitt prát við fryntliga danan um gongdina í felagnum.
Hann metir, at mannfall hevur verið høvuðsorsøkin til at steðgur er komin í góðu gongdina.
- Høvðursorsøkin er at vit ikki hava staðið okkum væl í álopinum og serliga í verjuni. Eftir at vit høvdu verið í Danmark og hugt eftir EM-finaluni hava nógvir spælarar verið sjúkir og einu tíðina manglaðu vit heili seks spælarar í besta hópinum, sigur Nicklas og vísir eisini á aðrar spælarar, ið eru farnir úr felagnum.
- Eftir steypafinaluna hava vit eisini mist Tony (Weihe, red.), sum er farin til Danmarkar til damuna og barnið. Hann gjørdi tað framúrskarandi í verjuni saman við stórabeiggjanum, Rógva. Ein annar leikari, sum heldur ikki er við, er Andrias (Nielsen, red.), sum gjørdi tað gott í verjuni saman við Tony og Rógva áðrenn hann breyt hondina. So í løtuni arbeiða vit miðvíst við hvussu vit skulu fáa 4-blokkin at rigga, men tað hava vit framvegis ikki reiðiliga funnið útav, sigur Nicklas.
Hann metir, at stundin er komin til at fáa sereyðkennini hjá KÍF fram aftur í ljósið.
- Vit skulu hava íblásturin, viljan og ørskapin, sum hevur sermerkt KÍF, aftur. Vit mugu fáa verjuna at rigga og betra um samspælið við málverjarnar, soleiðis at vit kunnu fáa gongd í skjótálopini, sum vit ikki hava sæð nógv til síðstu tíðina, sigur Nicklas.
Í 30-38-tapinum ímóti VÍF í gjár stóð Nicklas Selvig fyri helvtini av málunum hjá KÍF. Hann skeyt nevniliga ikki færri enn 15 mál og vóru tey flestu úrslit av einmansavrikum. Vit spurdu, um hann kennir serliga ábyrgd á sær í KÍF.
- Eg kenni ikki á mær at tað hevur broytt seg í mun til onnur ár. Í løtuni koyri eg á og tað haldi eg vit duga væl at gagnnýta, men størri ábyrgd enn áður vil eg ikki siga. Allir á liðnum hava eins stóra ábyrgd, metir Nicklas, sum nú hugsavnar seg um dystin ímóti H71 sunnudagin og at vinna oddasessin aftur.
- Sjálvandi fara vit at gera alt fyri at vinna oddasessin aftur, men tað verður ein trupul dystur og H71 hevur framvegis nógv at spæla fyri. Eg vænti ein spennandi dyst við vónandi góðum spæli frá bæði H71 og KÍF, sigur Nicklas Selvig at enda.