Hvat merkir 8 mars - kvinnudagurin fyri teg?
- Tað er ein dagur sum flestu aðrir fyri meg. At vera gift við einum sjómanni, at hava eitt skúlabarn og tvey børn í barnagarðsaldri, arbeiða fulla tíð, og síðani alt tað húsliga og sosiala ger, at flestu dagar eru nokkso líkir, eisini 8. mars.
Hvussu stendur til við javnstøðuni innan títt øki?
- Á mínum øki stendur illa til við javnstøðu. Men ikki sum tú nú heldur. Tað stendur illa til, tí mannfólkini flýggja úr skúlunum. Á mínum arbeiðsplássi eru 17 lærar<r, 6 menn og 11 kvinnur. <br />
Hvat ynskir tú skal verða broytt innan næstu tíggju árini viðvíkjandi javnstøðu í Føroyum?
- Kundi hugsa mær at fólk byrja at hugsa um, at javnstøða ikki bert snýr seg um at fáa fleiri kvinnur í ymisk størv, men at fokus eisini verður sett á, hví menn flýggja úr ymiskum starvsbólkum, sum t.d. lærarastarvinum - og síðani at arbeiða fyri at forða hesum!
Hvat vil tú gera fyri at Føroyar gerast meira kvinnuvinarligar?
- Havi hug at spyrja ein spurning: Er javnstøða tað sama sum, at man er meira "kvinnuvinarligur"? Ivist í hvussu nógv eg sum einstakligur kann gera fyri at gera Føroyar meiri kvinnuvinarligar. Um eg skal broyta nakað, so má eg velja eina kvinnu á ting... og her verður mítt fría val faktisk tikið frá mær.