Umslagið til hesa útgávu av Vikuskiftinum staðfestir, at vit nú skriva 16. mai. Sum so bara eitt tal, men samstundis merkir hetta eisini, at tað nú bert eru 22 dagar eftir, til Sjónvarpið verður hertikið. Frá 7. juni klokkan 17.00 og fram til sunnukvøldið 29. juni er kassin í stovuni mín!
EM-fótbóltur er á skránni, og so mugu onnur ting víkja. Pernille, Anna Pihl, Grey og onnur av teirra slag fáa á ongan hátt mítt blóð í kók, og vanliga havi eg einki ímóti, at konan fær teir tímarnar framman fyri skíggjanum. Men tað verður so ikki í tær vikurnar, sum endaspælið fer fram. Og so er tað jú eisini í fínasta slag, at dystirnir verða spældir “normala” tíð at kalla. Ikki sum tá HM var hinumegin knøttin, og íløga mátti gerast í nýtt sjónvarp, sum kundi monterast yvir seingini.
Og so er annars bara at bera seg at, sum rættur sofa-venjari. Skelda um, hví hesin og hasin ikki verða skiftir út ella inn. Hví taktiska uppleggið hjá venjarunum ikki riggar, og finnast at ivasomum off-side dómum. Ja, snøgt sagt alt hetta, sum konufólk ikki reiðiliga skilja. Handan lýsingin frá Danske Spil er jú ikki tikin úr tómum heimi.
Ikki tí. Áhuga fyri ítrótti kunnu konufólkini saktans hava, og teirra tíð kemur eisini í august mánaði, tá OL verður á skránni. Talan verður tó ikki um íløgu í nýtt sjónvarp til sovikamarið, nú sonurin hevur fingið HM-sjónvarpið frá 2002 til sína Playstation. Tað kann vera, at eg siti uppi onkra nátt, tá Katrin sessast við árarnar. Men álvaratos. Við synkronsvimjing á programminum kunnu rættir menn væl ikki rópa OL fyri eina ítróttahending.