Mannfólk millum børn


Seinastu vikurnar hevur Poul Jacob Poulsen, sum gongur í 10. flokki í Klaksvík, verið í starvsvenjing í einum útibarnagarði.
Sosialurin hevur hitt hann til eitt lítið prát, har vit millum annað eisini spurdu, hvussu hann trívist millum øll hesi børnini

Poul Jacob Poulsen, 17 ára gamal
Er í starvsvenjing í Útibarngagarðininum úti í Grøv
- Eg ætlaði fyrst at fara í Studio Pegasus, men tey tóku ikki ímóti praktikantum júst nú. Síðan royndi eg okkurt annað eisini, men tað gekk heldur ikki so gott. At enda valdi eg so at royna meg millum børn, og tí eri eg her, greiðir Poul Jacob frá.
Hann sigur eisini, at fyrsti dagurin var so ræðuligur, at hann ætlaði sær bara at gloyma alt um starvsvenjingina, og ikki møta aftur.
- Men tíanbetur fór eg aftur til arbeiðis, og nú trívist eg ordiliga væl, smílist hann.
Eisini genturnar í útibarnagarðinum dáma væl, at okkurt mannfólk er til staðar. Tær hava hingið uppí Poul Jacob allatíðina, og dreingirnir eru eisini fegnir um at hava fingið onkran "mannin" út.
Sum navnið sigur, so nýta børnini í útibarnagarðinum nógv av tíðini uttandura. Poul Jacob sigur, at gott veður hevur verið allar dagarnar, og tí hevur hann verið nógv úti saman við børnunum.
- Vit hava eisini verið ein túr uppi á Kjøli; ein frálíkur túrur, greiðir hann frá.
Men Poul Jacob hevur ongar ætlanir um víðari samstarv við børnum.
- Nei, eg hevði ikki havt tol til at farið at lært til pedagog, flennir hann.
Hann greiðir eisini frá, at hóast børnini eru fitt og siga nógv stuttlig ting, so gleðir hann seg til at sleppa aftur í skúla.