Løgreglan í Serbia hevur avdúkað eitt mannasmuglarakervi, sum hevur smuglað fleiri hundrað fólk til ymisk lond í Evropasamveldinum. Í sambandi við avdúkingina hevur løgreglan tikið 17 menn.
Serbiska løgreglan sigur, at smuglarakervið hevur smuglað fólk, sum eru komin úr Afghanistan, Pakistan, Somalia, Tunis og Sudan, og at tey eru smuglað ígjøgnum Serbia síðani í juli.
Smuglararnir fluttu flóttafólkini í bólkum um landamarkið millum Serbia og Ungarn.