Mannarættindaheiðurin 2022: Freistin at koma við uppskotum er leygardagin

Føroyingar og føroysk feløg kunnu tilnevnast

Hvør hevur uppiborið serligan heiður fyri sítt arbeiði fyri mannarættindini?

 

Ráðið fyri Mannarættindi heiðrar á hvørjum ári einum persóni ella felag, sum ger okkurt serligt fyri mannarættindi í Danmark, Grønlandi ella Føroyum.

 

Til ber hjá einum og hvørjum at tilnevna onkran til Mannarættindaheiðurin 2022. Fyri at koma við einari tilnevning kann man senda sítt uppskot og eina stutta grundgeving til pris@humanrights.dk.

 

Freistin at senda uppskot inn er leygardagin 15. oktober.

 

Mannarættindaheiðurin er latin á hvørjum ári síðan 2015. Í fjør fekk stjórin á studentaskúlanum í Nyborg, Henrik Vestergaard Stokholm, heiðurin fyri sítt arbeiði við at styrkja rættindini hjá næmingum við flóttafólkabakgrund. Og í 2019 fór heiðurin til rithøvundan Sara Omar, ið hevur strítt fyri rættindi hjá børnum og kvinnum.

 

Les meira um Mannarættindaheiðurin HER.