Mannarættindini hjá Breivik eru ikki brotin

Norski hópdrápsmaðurin, Anders Behring Breivik, sleppur ikki at leggja eitt sakarmál um brot á mannarættindi, fyri hægstarætt

Norski hópdrápsmaðurin, Anders Behring Breivik, sleppur ikki at royna eitt mál um brot á mannarættindi fyri hægstarætti.

 

Tað skrivar Ritzau í morgun.

 

Anders Behring Breivik er dømdur fyri hópdrápini á eini politiskari ungdómslegu á Utøya og bumbuspreinginga í miðbýnum í Olso, sum tilsamans kostaðu 77 fólkum lívið, nógv tey flestu vóru ungfólk.

 

Men hann heldur, at hann hevur so harðar treytir í fongslinum, at hann legði sak ímóti norska statinum tí hann tvíhelt um, at hansara mannarættindi vóru brotin.

 

Hann hevur kært um, at hann fær niðrandi viðgerð í fongslinum, at hann ikki sleppur at samskifta við umheimin sum hann vil og at fongsulsmyndugleikarnir gera seg inn á hansara privatlív.

 

Málið er annars viðgjørt í býarrættinum og landsrættinum. Í býarrættinum fekk hann viðhald í, at hansara rættindi sum fangi vórðu ikki vird, men landsrætturin var ósamdur og fríkendi statin.

 

Tískil royndi hann at fáa málið við Hægstarætt, men tað sleppur hann ikki, hevur kærunevndin, ið viðgerð umsóknir av hesum slagi, einmælt samtykt.

 

VG skrivar, at kærunevndin væntar ikki, at nakað av kærupunktunum hjá Breivik fer at vinna frama í hægstarætti. Tað er heldur ikki nakar ivaspurningur um, hvussu altjóða mannrættindasáttmálin skal tulkast og tí er onki endamál ið at leggja málið fyri hægstarætt.

 

VG sigur eisini, at verjin hjá Breivik var fyrireikaður upp á, at teir ikki sluppu í hægstarætt og tí fyrireiðar hann nú eina kæru til altjóða mannarættindadómstólin, sigur VG.