Í dag er altjóða mannarættindadagurin, ið verður hildin 10. desember á hvørjum ári fyri at markera ST-yvirlýsingina um universell mannarættindi, ið varð undirskrivað 10. desember 1948. í dag er skjalið undir heitinum Altjóða Mannarættindasáttmálin hjá ST.
Men hóast tað sostatt eru 68 ár síðan, at tað varð bleiv skrivað undir sáttmálan, ið skuldi tryggja mannarættindini hjá øllum menniskjum, so er enn langt eftir á mál. Tað ásannar Katrin á Neystabø, aðalskivari hjá Amnesty International Føroya Deild.
- Fleiri av valúrslitunum, ið vit hava sæð um heimin seinasta árið, geva orsøk til at stúra fyri, at tað eru avbjóðandi tíðir fyri framman fyri grundleggjandi hugsanini um mannarættindi. Mannarættindini eru hótt í dag, og um heim allan heim síggja vit eitt óhugnaligt rák har rasisma, homofobi og yvirhøvur mismunur móti fólkum og bólkum verður sterkari, sigur Katrin á Neystabø.
Katrin á Neystabø vísir eisini á, at síðan endan av 2. veraldarbardaga hava heimsins lond í stóran mun havt tí hugsan, at man skal hjálpa fólkum, ið flýggja undan neyð og kríggj. Men nú er støðan brádliga ein heilt onnur.
- Nær fóru vit frá meginregluni um at hjálpa fólkum, ið flýggja undan neyð? Í staðin fyri sum áður at hjálpa hesum fólkum, so eru tey londini, ið hava staðið á odda at verja flóttafólk, nú tey fyrstu at undirgrava altjóða sáttmálar hesum viðvíkjandi. Vit svíkja tær avtalur og lyftir, ið vit gjørdu eftir 2. veraldarbardaga, slær Katrin á Neystabø fast.
Serliga er aðalskrivarin hørm um, at tað samanhaldið, ið einaferð var millum londini fyri at tryggja frið, nú tykist at vera syndra.
- Heimurin dugir verri at steðga kreppum í dag. Tann samanhaldskraftin, ið hevur verið millum londini, og gjørdi at tey løgdu upp í har mannarættindini ikki vórðu vird, er burtur. Úrslitið er vaksandi ótryggleiki, sigur Katrin á Neystabø og leggur afturat.
- Yvirskriftin fyri ársfrágreiðingina hjá Amneysty International Føroya deild í 2013 vísti á, at lond heldur vardi landamørk heldur enn menniskju. Eg eri hørm um, at støðan er tann sama í dag.